Innanlands

Tórshavnar kommuna avtekur fráfaringaraldurin

- Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

2022-02-17 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár samtykti fíggjarnevndin í Tórshavnar býráð endaliga av avtaka 70-ára fráfaringaraldurin.

- Hetta merkir í praksis, at starvsfólk kunnu halda fram, so leingi tey megna tað, og at aldur ikki longur er eitt sakligt atlit fyri uppsøgn,

- Men hetta merkir so eisini, at  kommunan má skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað fyri eldri starvsfólk. Fyri mær er ongin ivi um, at vit hava tørv á mongum teirra, sum eru væl fyri, á fleiri arbeiðsøkjum.

Hetta sigur Heðin Mortensen við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Tað var í apríl 2019, at landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sum nú er borgarstjóri, saman við táverandi fíggjarmálaráðharra Kristinu Háfoss, mælti til at taka av rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur hjá tí almenna

Málið hevur síðan verið skuffulagt. Men herfyri heitti ein áhugabólkur á Tórshavnar kommunu at avtaka fráfaringaraldurin. Víst varð til ein fyrispurning á tingi frá Tordi Niclasen til fíggjarmálaráðharran, har kravt varð, at samgongan heldur seg til samgonguskjalið, sum ásetir, at førleiki og ikki aldur skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.

- Aldur skal ongantíð vera avgerandi fyri, nær starvsfólk fara av arbeiðsmarknaðinum, tí ongin skal vera fyri mismuni av aldri. Og vit eiga eisini at taka atlit til stóra starvsfólkatrotið, sum er á arbeiðsmarknaðinum. Vit eru samd í, at tað er av størsta týdningi, at Tórshavnar kommuna gongur undan í hesum prinsipiella máli og ikki diskriminerar starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder