Innanlands

- Landsstýrið avger hvussu samfelagið letur upp

Bárður á Steig, løgmaður, hevur svarað fyrispurningi frá Ingilín D. Strøm

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-27 13:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er politiski myndugleikin, sum ger av, hvussu samfelagið verður latið upp aftur í stigum. Men landsstýrið ráðførir seg dagliga við fakfólk á ymsum økjum, eisini Epideminevndina, sum er ráðgevi í smittufakligum viðurskiftum.

Tað svarar løgmaður Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, ið hevur spurt um, hvussu samfelagið verður latið upp aftur.

- Grundreglan í fyrsta upplatingarstiginum var, at vit skuldu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.

Spurningar og svar løgmans síggjast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder