
Fríggjadagin heitti Vága kommuna á borgarar um at spara uppá vatnið, av tí at vatngoymslurnar hjá kommununi byrjaðu at tømast orsakað av kavanum og frostinum, og í morgun boðaði kommunan frá ólag á vatnveitingini.
Vága kommuna skrivar nú á heimasíðuna, at hóast tað er farið at tiðna aftur, er pumpan niðri á Leitisvatni farin, og tí má hon skiftast. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd.
Sum er, er vatnstandurin 30 prosent, og tí skulu borgarar framvegis spara uppá vatnið og ikki lata vatn renna óneyðugt.
– Við tí nýtslu sum nú er, verður vatnstandurin einans 10 prosent. Avleiðing av hesum er, at stongjast má fyri vatninum frá á midnátt og til vatnstandurin í brunnunum er komin upp aftur á eitt støði, har kommunan kann veita øllum borgarum vatn á einum nøktandi støði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald