Hóast kapasiteturin at taka koronaroyndir í Føroyum liggur upp móti 600 um samdøgrið, so er talið av royndum, sum nú dagliga verða gjørdar undir helmingin av kapasitetinum.
- Hetta er í lægra lagi, halda vit í epidemikommisjónini, segði Michael Boelsen, fúti og formaður í farsóttanevndini á tíðindafundi í dag. Tí flest øll eru sannførd um, at jú fleiri vit fáa testað, tess betri er støðan.
Spurdur um hann og farsóttarnevndin harvið mælir til at fáa fleiri at testa seg fyri korona, var fútin afturvísandi.
- Tað gevur framvegis ikki meining at testa frísk fólk, tí tey kunnu fáa smittuna dagin eftir, segði fútin.
Áheitanin ljóðaði hinvegin – og tað var eisini ein av høvuðsboðskapunum á almennu kunningini í dag – at fólk ikki halda seg aftur fyri at verða testað.
- Kennir tú teg eitt sindur illa, ert eitt sindur forkølaður ella illa fyri á annan hátt – lat teg so testa, ljóðaði boðskapurin frá bæði fútanum, Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismanni við heilsumálum, og Bjarna á Steig, yvirlækna og ráðgeva hjá Heilsumálaráðnum.
Í slíkum førum skulu fólk seta seg í samband við egnan lækna, sum setir eina tilgongd í verk til tess at fáa eina kanning gjørda.
- Heldur venda sær til læknan eina ferð og nógv enn einaferð ov lítið til læknan, ljóðaði boðskapurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald