Uttanlands

- Latið vera við at fara óneyðugar ferðir til Norðuritalia

Danska uttanríkisráðið herðir nú sítt ferðatilmæli orsaka av corona-smittuni

Asiatisk ferðafólk í norðuritalska stórbýnum Milano (Mynd: EPA)

Asiatisk ferðafólk í norðuritalska stórbýnum Milano (Mynd: EPA)

2020-03-03 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska uttanríkisráðið mælir nú frá at fara óneyðugar ferðir til norðara part av Italia orsaka av corona-smittuvandanum.

Talan er um landslutirnar Emilia-Romagna, Lombardia, Piemonte og Veneto, stendur at lesa í ferðavegleiðingini hjá uttanríkisráðnum. 

Í Føroyum er eisini eitt uttanríkisráð, men enn hevur heimasíðan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum ikki nevnt corona-virusið við einum orði.

Sambært stjóranum á Borgerservice hjá danska uttanríkisráðnum, er orsøkin til, at vegleiðingin nú er herd tann, at smittutilburðirnir í Norðuritalia økjast alsamt.

- Nú er talið komið upp á eitt støði, at metingin er, at vit ikki vilja hava fleiri danskar ríkisborgarar at fara til økið, tí vandin fyri smittu og harvið at taka visurið við heim til Danmarkar er ov stór, sigur Erik Brøgger Rasmussen við dr.dk.

Um tað eru borgarar, sum hava tørv á at fara til økið, so mælir uttanríkisráðið til, at fólk kanna sína trygging.

- Fert tú til eitt land ella øki, har vit mæla frá óneyðugari ferðing, er tað av týdningi, at tú vissar tær, at tryggingin dekkar, skrivar uttanríkisráðið.

Eru fólk í øki har smittan herjar, eru ráðini at ansa eftir og fylgja tilráðingunum um at vaska hendur ofta og lata vera við at koma í samband við fólk, sum vísa tekin um krím ella trupulleikar við andaleiðini fyri at sleppa undan at vera smittað/ur.

Higartil eru fýra danir staðfestir við corona-smittuni, og allir hava fingið smittuna í Norðuritalia. 122 danir eru ella hava verið avbyrgdir – av teimum eru 108, sum hava havt samband við tey fýra, ið eru smittað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder