Innanlands

- Løgreglan er fyrireikað

Eyka fólk er kallað inn í sambandi við dystin í kvøld, og ófriðin, ið møguliga kann væntast í Havn eftir dystarlok

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur

2024-08-01 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, harmast um, at borgarar kenna seg ótryggar og lovar, at løgreglan ger tað, sum er neyðugt fyri at skapa tryggleika í býnum. Hetta sigur hann í viðmerking til støðuna, sum skeinkistøð í Havn eru komin í, nú tey ikki tora at hava opið av ótta fyri ógvusliga atburðinum, hjá nøkrum kroatiskum áskoðarum, sum eru komnir fyri at síggja dystin millum HB og Hajduk Split.

Les: Kroatiskir hooligans skapa ótta í býarlívinum

- Eru tað borgarar og fyritøkur, sum kenna seg hótt av, at fólk vísa eina órógvandi atferð, so mugu tey boða okkum frá, og so gera vit tað, sum neyðugt er, sigur sjefpolitiinspektørurin.

Kroatia hevur sent ‘spottarar’

Hann sigur, at løgreglan er vitandi og fyrireikað um, at tað eru ávís element saman við kroatisku áskoðarunum, sum hava ein heilt serligan – bizaran – atburð.

- Londini arbeiða saman, tá talan er um hooligans. Vit fáa at vita hvussu nógvir av hesum slagnum eru við og hvussu teir plaga at uppføra seg. Vit arbeiða tætt saman við kroatiska løgreglu í sambandi við dystin í kvøld, og í hesum sambandi hevur kroatiska løgreglan eisini sent tvey fólk til Føroya, at eygleiða áskoðararnar – sokallaðir spottarar, greiðir Steen Nørskov frá.

Sjefpolitiinspektørurin sigur eisini, at eyka fólk eru kallað til arbeiðis í sambandi við fótbóltsdystin millum HB og Hajduk Spit á Tórsvølli í kvøld. Hvussu nógv, vil hann ikki upplýsa.

Uppgávan hjá løgregluni er at halda skil á tí, sum gongur fyri seg uttan fyri leikvøllin. Felagið, sum eigur dystin, í hesum føri HB, hevur ábyrgdina av, at neyðugt vaktarhald er inni á leikvøllinum, og at gestaáskoðarar og heimaáskoðarar eru atskildir frá hvøjum øðrum.

Fyri løgregluna kann tí kanska væntast, at uppgávan verður størri, tá gestaáskoðararnir leita sær oman í býin eftir dyst. Og úrslitið avgerð helst eisini, hvussu lagið verður á teimum tá.

Men tað er løgreglan fyrireikað uppá, sambært Steen Nørskov.

Sí eisini: Kroatiskir fótbótltsfjepparar geva løgregluni yvirarbeiði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder