Løgreglan verður væntandi fjølment til staðar í kvøld, tá HB tekur í móti krotatiska liðnum Hajduk Split í Conferance League-kappingini.
(Mynd: EPA)
Longu í gjárkvøldið skaptu kroatiskir fótbóltsáskoðarar eykaarbeiði fyri løgregluna, sum í fleiri førum varð send út á skeinkistøð í høvuðsstaðnum at taka sær av teimum.
- Tað vóru nakrir kroatar, sum vóru ólátaðir. Vit vóru úti á fýra skeinkistøðum fyri at fáa kroatar til at sissa seg, og onkrastaðni bóðu vit teir fara frá staðnum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni, sum tó leggur afturat, at tað ikki var talan um nakra handtøku ella brot á lóg ella skilhaldsreglur. Heldur ikki var talan um harðskap, einans ólátaðan atburð.
Hóast skeinkistøðini hava loyvi at hava opið til klokkan 2 um náttina mitt í viku, so vóru onkur skeinkistøð, sum valdu at lata aftur fyrr – fyri frið skyld, upplýsir vaktleiðarin.
Væntað verður, at yvir 300 kroatiskir áskoðarar verða til staðar á Tórsvølli í kvøld, og løgreglan er tí fyrireikað til at skula taka sær av hendingum, bæði áðrenn, undir og eftir Conference League-dystin í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald