Í kvøld bórust tíðindini um, at Donald Trump verður fjórði amerikanski forseti á rað, ið vitjar í Danmark. Hetta verður 2. og 3. september - beint eftir at 73-ára gamli Trump hevur verið í Póllandi.
Les eisini:
Hvør skal hitta Trump
Á vitjanini skal Trump millum annað hitta teir tríggjar stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum: Mette Frederiksen, Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen. Hetta er beint eftir valið í Føroyum, og harvið kann politiski pallurin í Føroyum fáa ein heilt aðra pallseting einaferð í september. 2 og 3. september er formaðurin í Javnaðarflokkinum tó allarhelst framvegis formliga løgmaður. Talan er um ein møguleika, ið løgmanskrivstovan ikki kann siga nei til:
- Fundurin verður beint eftir løgtingsvalið, og tá ið so stutt er fráliðið frá valdegnum, bendir alt á, at sitandi løgmaður eisini er løgmaður tann 2. og 3. september. Tað verður mett, at talan er um ein so týdningarmiklan fund, at tað ikki ber til at takka nei. Og uttan mun til valúrslitið, so røkir sitandi løgmaður embætið, til ein nýggj samgonga er skipað
(Aksel V. Johannesen skal beint eftir løgtingsvalið til Danmarkar at hitta amerikanska forsetan - málið er at fáa tosa um hanilsviðurskiftini millum Føroyar og USA - Mynd: Jens Kr. Vang)
Løgmansskrivstovan fær nærri kunning um vitjanina hjá Donald Trump einaferð í august, men evni er í høvuðsheitinum komið uppá pláss, og málið hjá løgmanni er greitt:
- Sum skilst verður yvirskipaða evnið á fundinum støðan í Arktis. Fær løgmaður møguleikan, ætlar hann eisini at viðgera handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA. Málið er at fáa betri handilsviðurskifti í lag millum londini.
Innanlands
Løgmaður: - Málið er at betra um handilsviðurskiftini við USA
Annars verður yviskipaða evni á fundinum við Trump allarhelst Arktis. Sambært Løgmanskrivstovuni fær politiska støðan í Føroyum onga ávirkan
Donald Trump skal hitta Mette Frederiksen, Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen - Mynd: EPA
2019-07-31 22:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald