Innanlands

Hvør skal hitta Trump?

Amerikanska forsetavitjanin í Danmark er bert tveir dagar eftir løgtingsvalið. Aksel V. Johannesen er formliga løgmaður til nýggj samgonga er skipað

Um so Aksel V. Johannesen ikki fer at sita sum løgmaður komandi valskeið, so verður hann formliga løgmaður, tá Donald Trump skal hitta Føroya løgmann

Um so Aksel V. Johannesen ikki fer at sita sum løgmaður komandi valskeið, so verður hann formliga løgmaður, tá Donald Trump skal hitta Føroya løgmann

2019-07-31 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld gjørdist endaliga greitt, at Danmark fyrst í september fær vitjan av nógv umtalaða amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Les eisini: 
Løgmaður skal hitta Trump

Umframt at hitta forsætismálaráðharran Mette Frederiksen, skal Trump hittast við formanninum fyri grønlendska landstýri og Føroya løgmanni.

2. og 3. september eru settir at vera dagarnir, har forsetavitjanin er. 31. august er løgtingsval í Føroyum, og tað vil siga, at vitjanin fellur eitt áhugavert tíðspunkt. Aksel V. Johannesen er allarhelst formliga løgmaður tá, tí tað tekur uttan iva meira enn eitt stórt samdøgur at skipa eina samgongu. Men um samgongan sær øðrvísi út, kann ein annar løgmaður koma í sessin stutt eftir forsetavitjanina.

[object Object]Donald Trump (Mynd: EPA)

Løgmansskrivstovan váttar fyri Portalinum í kvøld, at Aksel V. Johannesen formliga er løgmaður til ein nýggj samgonga er skipað, og kann annars ikki siga nærri hvørja ávirkan løtingsvalið fær á vitjanina hjá Trump. Viðurskiftini viðvíkjandi forsetavitjanini skulu tó fáast endaliga uppá pláss eftir nærri samskifti við forsætismálaráðið í Danmark. 

Talan er um spennandi møguleika fyri løgmansskrivstovuna og Føroyar, tí tað er ikki hvønn dag, at ein løgmaður hittur ein amerikanska forseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder