- Tað er uttan iva ein fyrimunur fyri børnini, at tey hava ein lærara, sum kennir teirra støðu, uppruna, mál og mentan og kann undirvísa á móðurmálinum, sigur hon.
Soleiðis segði 47 ára gamla Svitlana Tyshchenko við Jákup Boga Joensen og Skúlablaðið í gjár.
Hon kom til Føroya úr Ukraina í september í fjør saman við manninum, orsakað av krígnum, og starvast nú í Eysturskúlanum. Har hevur Svitlana sum eina av sínum fremstu uppgávum at undirvísa børnum, sum líða undir somu lagnu sum hon - sum eru flóttar í fremmandum og púra ókendum landi.
Børnini, sum eru 17 í tali, eru savnað í flokki fyri seg, men hava eisini undirvísing saman við føroyskum børnum. Eitt nú í ítrótti, list og tónleiki. Flokshølini í eini av teirri ovaru lonunum í Eysturskúlanum eru sett av til endamálið. Allastaðni eru føroysk orð og føroyskir setningar at síggja í barnahædd, skrivað á pappír við stórum og minni stavum. Tey yngstu eru sjey ára gomlu, tey elstu eru fimtan, upplýsir Skúlablaðiå.
Svitlana undirvísir í føroyskum, enskum og í støddfrøði. Og so hevur hon móðurmálsundirvísing og aðra undirvísing, ið beinleiðis er ætlað børnum úr Ukraina.
- Tað er uttan iva ein fyrimunur fyri børnini, at tey hava ein lærara, sum kennir teirra støðu, uppruna, mál og mentan og kann undirvísa á móðurmálinum, sigur hon.
Samstundis undirstrikar Svitlana týdningin av at læra føroyskt sum annaðmál, sum á ongan hátt má undirmetast. Hon heldur, at tað er sera umráðandi fyri ukrainsku børnini – og fyri foreldrini – at tey frá byrjan fáa holla málsliga frálæru og vegleiðing í føroyskum sum annaðmál.
- Málið er lykilin til alt samskifti og eina líkinda tilveru. Skulu vit klára okkum og gerast partur av føroyska samfelagnum, er málið púra avgerandi og ein so grundleggjandi og týðandi partur, sigur hon.
Til ber at lesa alla greinina í Skúlablað nr 3, 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald