Frákoyrdi venesuelski forsetin, Nicolas Maduro eigur at verða rættarsøktur í sínum egna landi og ikki aðrastaðni.
Tað heldur brasilski forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva.
Maduro og kona hansara, Cilla Flores vórðu tikin av amerikanarum og flutt til USA at verða rættarsøkt undir amerikanska álopinum á venesuelska høvuðsstaðin Caracas fyrst í hesum árinum.
Rættarmálið móti Maduro er byrjað í New York. Hann er m.a. ákærdur fyri smugling av rúsevnum og varðveitslu av ólógligum vápnum. Maduro noktar seg sekan og sigur seg vera ein krígsfangi.
Delcy Rodriguez, sum var varaforseti undir Maduro er virkandi forseti í Venesuela í løtuni.
Sambært brasilska forsetanum er tað, sum hevur týdning nú, at endurreisa fólkaræðið í Venesuela.
– Og eg haldi, at um Maduro skal rættarsøkjast, skal hann rættarsøkjast í hansara landi, ikki uttanlands, segði Lula í samrøðu við India Today TV herfyri sambært tíðindastovuni Reuters.
Brasil kann ikki góðtaka, at ein statsleiðari tekur ein annan statsleiðara til fanga, sigur hann.
Les eisini: Venesuela: Politiskir fangar leyslatnir undir nýggjari amnestilóg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald