
Komandi 14 dagarnar koma tilsamans 10.400 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til Føroya. 5.200 skamtar koma seinni í vikuni, og hin helvtin kemur í aðru viku.
Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, við Útvarpið á middegi.
Málið er, at Føroyar eru liðug at koppseta øll yvir 16 ára aldur áðrenn síðst í juni mánað, men enn torir landsstýrismaðurin ikki at siga, um tað fer at eydnast at røkka hesum málinum.
– Eg haldi, vit skulu halda okkum til tað, so leingi sum vit ikki vita nakað annað, og eg haldi mann hevur alla grund til at vera bjartskygdur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald