Innanlands

- Markháttligt at stovnur brúkar játtan at keypa privatar aktørar út av marknaðinum

Leikluturin hjá Landsverki eigur at endurskoðast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-28 13:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í Dagur og Viku sendingini hóskvøldið róði nýggi stjórin á Landsverki fram undir, at orsøkin til, at Landsverk yvirtók asfaltverkið á Sundi frá privatari fyritøku, serliga var eitt ynski um at fáa privata aktørin út, og aftur fáa monopol á marknaðinum fyri asfaltframleiðslu. Tí varð gjaldið ikki sett eftir, hvat verkið var vert, men heldur í mun til 10 ára yvirskotið hjá privata felagnum.

- Tað virkar tó margháttiligt, at ein almennur stovnur brúkar almennu játtanina til at keypa privatar aktørar út av marknaðinum og soleiðis minka um kappingina innan økið.

Soleiðis skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í skrivi í dag, og leggur upp til, at leikluturin hjá Landsverki eigur at endurskoðast.

Les eisini: Landsstýrismaðurin staðfestir: Landsverk brúkt 33,4 milliónir til óbrúkiligt asfaltverk

- Asfaltverkið á Sundi er enn eitt dømi um, at tørvur er á at viðgera leiklutin hjá Landsverki í s.v. framleiðslu, bygging og viðlíkahaldi, halda arbeiðsgevararnir.

- Hóast hetta fór fram undir fyrrverandi leiðslu á stovninum, so kann hetta vera enn eitt dømi um, at tað meira enn nakrantíð er tørvur á at viðgera leiklutin hjá Landsverki í sambandi við framleiðslu, bygging og viðlíkahaldi. 

Les eisini: Bíligari at bygt nýtt asfaltverk

- Tað rætta hevði verið, at Landsverk stóð fyri at bjóða út og tryggja at nøktandi eftirlit er við almennu íløgunum. Vit hava í dag eina byggivinnu við nógvum kompetentum fyritøkum, sum væl kunnu lyfta tær uppgávur, sum Landsverk í dag sjálvt loysir.

- Eisini tá tað kemur til prosjektering og eftirlit við byggiverkætlanum, eru privatar fyritøkur, sum kundu loyst uppgávur, sum í dag eru innveittar á Landsverki.

Les alt skrivið á industry.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder