Innanlands

Bíligari at bygt eitt nýtt asfaltsverk

Landsverk rindaði 24 milliónir krónur fyri Asfaltsverkið á Sundi. Ein meirkostnaður fyri at yvirtaka marknaðin

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2019-10-25 15:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

24 milliónir rindaði Landsverk fyri Asfaltsverkið á Sundi. Eitt niðurslitið verk, sum í løtuni ikki er góðkent til nakað virksemið.

Orsøkin til meirkostnaðin var at sleppa av við kappingarneytan, sum átti verkið frammanundan, segði Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki við Dag & viku í gjárkvøldið.

Eitt spildurnýtt verk hevði kostað 17 milliónir krónur, ella sjey minni enn samla leiguupphæddin. Landsverk valdi at brúka umleið átta milliónir krónur til umvælingar uppá verkið, sum nú altso ikki kann brúkast.

Landsverk hevur brúkt tilsamans 34 milliónir uppá verkið.

Hoyr samrøðuna við Sigurd Lamhauge í Degi & viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder