Uttanlands

– Eiga ikki at brúka mat sum vápn

Nato heitir á Russland um at endurnýggja kornavtaluna við Ukraina, ST og Turkaland

Oana Lungescu, talsfólk hjá Nato (Mynd: EPA)

Oana Lungescu, talsfólk hjá Nato (Mynd: EPA)

2022-10-30 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nato heitir á Russland um at endurnýggja avtaluna um útflutning av korni og øðrum matvørum úr ukrainskum havnum, nú Russland hevur tikið seg úr avtaluni, sum kom í gildi í summar.

Oana Lungescu, talsfólk hjá Nato sigur, sambært DR, at mann ikki eigur at brúka mat sum vápn, og eigur Russland at endurnýggja avtaluna.

– Putin forseti má gevast at brúka mat sum vápn og steðga ólógliga krígnum móti Ukraina. Vit heita á Russland um at endurnýggja avtaluna skjótast gjørligt, so matvørur aftur kunnu koma fram til tey, sum hava mest tørv á teimum.

Sambært Oana Lungescu er tað avtalan, sum kom í lag millum ST, Turkaland, Russland og Ukraina í summar, sum hevur hildið matvøruprísinum niðri um allan heimin.

Les eisini: Russland tikið seg úr kornavtaluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder