Innanlands

– Minnir ikki sørt um sensur

Bjørt Samuelsen vil hava at vita frá løgmanni, um hann er nøgdur við háttin, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum umsitur játtanina til filmsframleiðslu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-29 21:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur lítið um avgerðina hjá Jenis av Rana um ikki at játta stuðul til filmsverkætlan hjá Katrin Joensen-Næs. Talan er um eina álvarsama skerjing av listaliga frælsinum hjá ungum listafólki, heldur hon.

– Har sita væl skikkaði fólk og tilmæla. Fólk, sum eru skødd til at meta um, hvørt verkætlanin er dygdargóð og innihaldið borðbært. Men fótonglar verða lagdir fyri spírandi ungum listafólki, tí landsstýrismanninum ikki dámar tað, hesi ungu ætla at framleiða. Hóast landsstýrismaðurin ikki brýtur lógina, so minnir hetta ikki sørt um sensur, sigur hon í lesarabrævi.

Les eisini: – Skal serliga stuðla verkætlanum sum provokera teg

Bjørt Samuelsen hevur sett Bárður á Steig Nielsen, løgmanni fyrispurning um málið. Fyrspurningurin hjá Bjørt Samuelsen er soljóðandi:

1. Er løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, nøgdur við háttin, landsstýrismaðurin í uttanríkis-og mentamálum umsitur játtanina til filmsframleiðslu, nú hann enn einaferð setur faklig tilmæli til viks og noktar ávísum ungum listafólki stuðul, tí verkið hóvar landsstýrismanninum illa?

2. Metir løgmaður hetta vera í samsvari við góðan fyrisitingarsið og at umsita játtanina til film á fullgóðan hátt, tá ung evnarík listafólk ikki fáa stuðul, orsakað av, at landsstýrismanninum persónliga ikki dámar innihaldið?

3. Heldur løgmaður tað vera sakligar grundgevingar, sum góð fyrisiting krevur, at til dømis seksuelt innihald ella banniorð eru grundgevingar fyri at nokta ungum filmsspírum stuðul úr filmsgrunninum?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder