Mentan

– Skal serliga stuðla verkætlanum sum provokera teg

Listin hevur tann týdningarmikla leiklut í almenna orðaskiftinum, og sum uppgávu í fólkaræði okkara, at provokera, sigur Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum finst at landsstýrismanninum í mentamálum fyri at hava noktað einari filmsverkætlan stuðul, hóast mælt varð til at stuðla filminum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-29 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni kom fram, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum hevði noktað einari filmsverkætlan stuðul, hóast filmsráðgevarnir mældu til at stuðla filminum.

Talan er um ein stuttfilm eftir Katrin Joensen-Næs, sum snýr seg um sexbundinskap, eitt evni, sum ikki er borðbært, sigur Jenis av Rana, sum situr við síðsta orðinum.

– Ráðgevarnir koma við einum tilmæli til mín, og eg havi fullan rætt til at siga nei, tí tað eri eg, sum havi ábyrgdina av teimum pengunum, sum skulu úr landskassanum til slíkt, sigur hann við Kringvarpið.

Ein, sum finst av landsstýrismanninum í mentamálum fyri at nokta filminum hjá Katrin Joensen-Næs stuðul, er Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn.

Um tú skal velja eina verkætlan at stuðla, skalt tú kanska serliga stuðla tær, sum tú ikki tekur undir við, ella tær sum provokera teg, heldur hann.

– Listin hevur tann týdningarmikla leiklut í almenna orðaskiftinum, og sum uppgávu í fólkaræði okkara, at provokera. Listin er har fyri at flyta mørkini. Listin skal flyta tað, sum loyvt er at tosa um. Listin hevur til uppgávu at lyfta samrøðuna upp í eitt hægri støði. Hon skal fortelja tað, sum ikki er so lætt at siga beinleiðis.

– Tí haldi eg at ein og hvør politikari við virðing fyri sær sjálvum, ikki bara skal tola at provokerast, men VILJA provokerast. Annars er ongin menning í samfelagnum. Einki grundarlag fyri kjak, ongin møguleiki fyri at broyta meining, og onki amboð til at sannføra fólk um nakað, ei heldur at lata seg sjálvan sannføra, skrivar hann í lesarabrævi, sum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder