Innanlands

– Móttøkan til fólk ið hava upplivað neyðtøku má setast á skrá nú

Amnesty International Føroyar, Kvinnufelagið í Havn, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagssamskipan Føroya hava í vikuni sent landsstýrismanninum í heilsumálum og sjúkrahúsleiðsluni áheitarnarskriv

Mynd: Amnesty International Føroyar

Mynd: Amnesty International Føroyar

2020-05-30 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin sendu Amnesty International Føroyar, Kvinnufelagið í Havn, Kvinnuhúsið og Kvinnufelagssamskipan Føroya áheitanarskriv til Landsstýrismannin í Heilsumálum og sjúkrahúsleiðsluna. Heitt verður á partarnar um at seta gongd á arbeiðið við eini móttøku fyri fólk, sum hava upplivað neyðtøku ella annan kynsligan harðskap.

Skrivið er sent í sambandi við, at fjórði serlæknin innan kvinnusjúkur er settur og byrjaður í føstum starvi 1. mai.

Felagsskapirnir vóna nú at síggja ítøkilig stig til at seta gongd aftur á arbeiðið við eini móttøku á Landssjúkrahúsinum har fólk, ið hava upplivað neyðtøku ella líknandi harðskap, kunnu fáa nøktandi kunning, hjálp og kanning.

Hetta málið hevur verið frammi fleiri ferðir seinastu árini. Seinast í sambandi við, at fyrrverandi landsstýriskvinna í 2016 setti gongd á arbeiðið við einum tilmæli um, hvussu ein slík móttøka kundi verið skipað.

– Á fundi í desember 2018, har táverandi landsstýriskvinnan, sjúkrahússleiðslan og Amnesty luttóku, fingu vit lyfti um, at nú skuldi arbeiðið fara ígongd. Eftir nakrar mánaðir vísti leiðslan hjá Landssjúkrahúsinum tó tíverri á, at m.a. av tí at tað framvegis manglaði lækni í kvinnusjúkum, metti leiðsan ikki, at orka var til at seta gongd á hetta arbeiðið, siga felagsskapirnir í tíðindaskrivi.

Tey meta tað vera av alstórum týdningi, at ein, sum hevur upplivað neyðtøku ella annan líknandi harðskap, hevur eitt stað, har viðkomandi fær hjálp, kanning og kunning, uttan at viðkomandi má seta seg í samband við løgregluna og melda málið.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder