Á fundi við demokratisku guvernørarnar fríggjadagin lovaði amerikanski forsetin, Joe Biden, at hann fór at verja kvinnur, sum ferðast millum statir fyri at fáa fosturtøku.
Tað var 24. juni, at amerikanski hægstirætturin ógildaði avgerðina frá 1973 – Roe v. Wade, sum gav kvinnum í øllum USA rættin til fosturtøku. Avgerðin ger tað nú møguligt hjá statunum at avgera, hvørjar fosturtøkulógir teir vilja seta í gildi, og í kjalarvørrinum á hesum, hava fleiri statir longu sett lógir í gildi, sum avmarka rættin til fosturtøku.
Men Biden ger greitt, at avgerðin hjá hægstarættinum ikki forðar kvinnum í at ferðast til ein annan stat, har fosturtøka er loyvd og fáa fosturtøku framda har.
Skuldu embætisfólk í teimum einstøku statunum tó roynt at forða kvinnum í at ferðast til ein annan stat, ætlar forsetin sær at gera alt, sum hann kann fyri at forða fyri hesum, sum hann nevnir eitt "púra óamerikanskt álop".
Hann leggur afturat, at hann roknar við, at nakrir statir fara at royna at handtaka kvinnur, sum vilja ferðast til annan stat.
– Eg haldi ikki, at fólk veruliga vænta, at tað fer at henda. Men tað fer tað, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald