Innanlands

– Mvg-undantøk eiga at verða endurskoðað

Landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurning um mvg-frítøku av atgongumerkjum til sjónleikir og konsertir, sigur Aksel V. Johannesen landsstýrismaður í svari til fyrispurning hjá Hervør Pálsdóttir.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Norden.org)

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (Savnsmynd: Norden.org)

2026-09-21 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrið hevur ikki nakrar ætlanir um at gera atgongumerki til sýningar av sjónleiki og konsertir mvg-frí, og Fíggjarmálaráðið hevur heldur onga meting av, hvat tað væntandi hevði kostað landskassanum, um slík atgongumerki vórðu frítikin fyri mvg.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í svari til fyrispurning hjá Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu úr Tjóðveldi.

Landsstýrismaðurin sigur, at landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurningin um mvg-frítøku av atgongumerkjum til sjónleikir og konsertir, men at landsstýrið í næstum fer at viðgera lógina um meirvirðisgjald í síni heild.

Í viðmerking til fyrispurningin vísti Hervør Pálsdóttir m.a. á nógvu undantøkini í lógini um meirvirðisgjald, og sambært Akseli V. Johannesen eiga hesi at verða endurskoðað.

– Undantøkini og frítøkurnar hava við sær meira og tyngri umsiting fyri tey vinnurekandi og fyri myndugleikar. Tey minka um grundarlagið undir meirvirðisgjaldinum, og óvist er, um undantøkini og frítøkurnar altíð hava ætlaðu ávirkanirnar við sær, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder