Uttanlands

– Navalnyj fer at yvirliva

Í løtuni er russiski andstøðupolitikarin innlagdur á universitetssjúkrahúsinum Charité í Berlin, og verður hann helst ikki klárar at fara aftur til arbeiðis næstu mánaðirnar

Aleksej Navalnyj  (Mynd: Ritzau)

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

2020-08-24 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navlnyj fer at yvirliva.

Hesum boðar felagsskapurin, Cinema For Peace Foundation frá. Tað var hesin felagsskapur, sum syrgdi fyri, at eitt toymi av týskum læknum vórðu sendir til Sibiria eftir Navalnyj um vikuskiftið.

Tó verður hann helst ikki klárur at fara aftur til sítt politiska arbeiði næstu mánaðirnar, verður sagt.

Í løtuni stríðast bestu eiturfrøðingar og læknar í Týsklandi við at bjarga lívinum á Navalnyj, umframt at teir royna at finna orsøkina til, at hann brádliga gjørdist illa fyri í farnu viku.

Russiski andstøðupolitikarin er innlagdur á universitetssjúkrahúsinum Charité í týska høvuðsstaðnum Berlin. Enn er eingin fráboðan frá sjúkrahúsinum komin um støðu hansara, skrivar DR.

Illgruni er um, at eitur varð koyrt í teið, sum Navalnyj drakk á flogvøllinum í Sibiria, áðrenn hann fór umborð á eitt flogfar til Moskva. Flogfarið noyddist at lenda í Omsk, so hann kundi fáa læknahjálp.

Fyrst vildi sjúkrahúsið í Omsk ikki lata læknatoymið úr Týsklandi taka Navalnyj við sær til Berlin, tí hann skuldi eitast at vera ov sjúkur at verða fluttur. Leygardagin lendi týska læknatoymið tó saman við Navalnyj í Berlin.

Aleksej Navalnyj er seinastu árini komin við nógvum atfinningum móti russisku stjórnini, og hevur hann fleiri ferðir sitið í fonsli fyri m.a. at skipa fyri mótmælistiltøkum. Navalnyj vil vera við, at hann eisini varð eitraður, tá hann sat inni í Moskva seinasta summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder