Fyrrapartin lendi eitt flogfar við russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj í Berlin.
Hann varð innlagdur á sjúkrahúsi í sibiriska býnum Omsk hósdagin, eftir at hann varð blivin illa fyri umborð á einum flogfari til Moskva.
Hann skal eitast at hava drukkið ein kopp av te, sum gjørdi hann sjúkan, og illgruna var um, at hann varð vorðin eitraður.
Les eisini: Russiskur andstøðupolitikari í koma: Illgruni um eitran
Í gjár fleyg so eitt flogfar við týskum læknum til Omsk fyri at flyta Navalnyj til viðgerð í Týsklandi, og í nátt varð hann fluttur av sjúkrahúsinum í Omsk.
Kona Navalnyj og nærmastu stuðulsfólk hansara vildu hava hann til Týsklands, tí tey ikki høvdu álit á sjúkrahúsinum í Omsk.
Fyrst vildi sjúkrahúsið í Omsk ikki lata læknatoymið úr Týsklandi taka Navalnyj við sær til Berlin. Sagt varð, at hann var ov sjúkur at verða fluttur. Síðani varð sagt, at mann ikki hevði funnið nøkur tekin um eitran, men mann hevði tó funnið eitt kemiskt evni á hondunum og í hárinum hjá Navalnyj, skrivar Ritzau.
Ein kelda sigur við týska miðilin Bild Zeitung, at støðan hjá honum er trygg, men hann er í løtuni vitisleysur, av tí at læknarnir í Omsk løgdu hann í eftirgjørdan koma.
Hann verður innlagdur á Charité sjúkrahúsinum í Berlin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald