Innanlands

- Nú fari eg at keypa mær eina nýggja borimaskinu

Móttøka var fyri Jens-Kjeld Jensen í Norðurlandahúsinum í dag. Í gjárkvøldið varð avdúkað, at ótroyttiligi náttúrustríðsmaðurin í Nólsoy fekk Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Sí myndirnar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 17:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hann er móttakari av Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, men kortini heldur hann fast við, at hann bara er ein amatørur, ein danskur kokkur, sum býr í Nólsoy, við áhuga fyri náttúruni.

Áhaldandi lítisgerð hann seg sjálvan, hóast hann frá øllum síðum verður róstur og virðismettur fyri sítt stóra arbeiði, náttúruni at frama. Og tá hann varð spurdur um, hvat hann fór at brúka virðislønarpengarnar til, var svarið “eina nýggja borimaskinu”.

Taks kendi til loynidómin
Í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy fær Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár,  nú evnið fyri virðislønini er margfeldi. Sjálvur var Jens-Kjeld til staðar saman við hinum tilnevndu føroyingunum og fylgdi sjónvarpssendingini á stórskíggja í høllini.

Frammanundan visti hann væl, at hann fór at vinna, men onki avdúkaði hann áðrenn tað varð avdúkað á skíggjanum av tveimum grønlendskum kvinnun, sum eisini arbeiða fyri at verja náttúruni.

Hann og konan Marita vóru tey einastu, sum vistu tað. Tað vil siga, onkur tollari hjá Taks visti tað eisini.

Tað avdúkaði Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, tá nýtt hátíðarhald var fyri Jens-Kjeld í dag. Í gjár kom ein pakki við kurer-posti til Norðurlandahúsið, sum ikki skuldi latast upp fyrr enn seinni á kvøldið. Tá fekk onkur av teimum í Norðurlandahúsinum frænir av, at halst fór onkur av virðislønarmóttakarunum at vera til staðar.

- Men pakkin var skrýddur við grønum klistri frá Taks, so onkur hjá Taks visti tað eisini, avdúkaði Gunn Hernes.

Rósandi orð fyri ótroyttiligt arbeiði
Rættiliga fitt av fólki vóru til staðar til lítla hátíðarhaldið, sum Norðurlandahúsið helt fyri Jens-Kjeld í Klingruni beint eftir middag í dag.

Nógvir nólsoyingar vóru har, og eisini fólk, sum arbeiða við og hava áhuga fyri náttúruni og náttúruvernd.

Og enn einaferð vóru rósandi orð at hoyra um Jens-Kjeld og tað megnar arbeiði, sum hann og Marita gera fyri føroysku náttúruni. Marita var við í gjárkvøldið, men ikki í dag.

Anni á Hædd, ráðgevi í kommunu- og náttúrumálum í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, bar fram røðu vegna Helga Abrahamsen, landsstýrismann. Nógv rósandi orð um ótroyggiliga sjálvbodna arbeiðið, sum han leggur fyri dagin. Hann fekk eisini eina tøkk fyri tey “gleps”, sum Jens-Kjeld er kendur fyri ikki at smæðast við at geva myndugleikapersónum, tá hann heldur tað vera neyðugt.

Og fúlltrúin kundi í røðuni eisini lova Jens-Kjeld, at nógv eftirspurda náttúrumargfeldislógin er við at koma undir land, og helst verður løgd fram komandi ár.

Trupulleikar við sjónini
Eisini Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur og lívfrøðingur, helt røðu vegna Umhvørvisstovuna.

Sjúrður, sum kennir Jens-Kjeld væl, nevndi áhaldandi konuna Maritu, tá víst verður á tað arbeiði, sum Jens-Kjeld Jensen nú verður virðisløntur fyri.

Sjúrður Hammer kundi eisini avdúka, at Jens-Kjeld er raktur av lagnunar speisemi, tí sjónin er farin at bila hjá ídna náttúruslóðaranum, so mikið, at Jens-Kjeld ikki longur sær stóru samlingina av lús, hann hevur savnað.

Men Sjúrður var eisini sannførdur, at hetta ikki fór at støðga danska kokkinum í Nólsoy, sum varð samanborin við Beethoven sjálvan, sum skrivaði síni størstu tónaverk eftir at hann varð vorðin deyvur, og tí aldri fekk høvi at hoyra hesi stórverk.

Kostar at almannakunngera
Tá verturin fyri tiltakinum, Gunn Hernes, spurdi Jens-Kjeld, hvat hann nú fór at brúka tær 350.000 krónurnar, sum fylgja við heiðrinum, til, var hann skjótur at svara:

- Eg haldi at eg fari at keypa mær eina nýggja borimaskinu...

Men hann ætlar eisini at brúka pengarnar til at fáa vísindaligar greinar almannakunngjørdar.

Jens-Kjeld greiddi frá, at tá hann til dømis hevur gjørt okkurt granskingararbeiði saman við einum livfrøðingi til dømis, so er tað av týdningi, at fáa hetta prentað í vísindaligum tíðarriti.

- Tað hevur týdning, at vitanin gerst tilgeingilig fyri øll, segði hann.

Men hann hevur verið úti fyri, at hesi vísindaligu tíðarrit taka pengar fyri at fáa greinar við.

- Seinast skuldu vit rinda 18.000 krónur fyri at fáa greinina við. So tað fari eg eisini at brúka pengarnar til.

Les eisini: Jens-Kjeld harmaðist um at høvuðsboðskapurin ikki kom fram 

Myndirnar hevur Sverri Egholm tikið 

placeholder
placeholder