Innanlands

Harðskapstilburður á norðoyastevnu

Tveir mans fóru til hendurs uttan fyri eitt skeinkistað tíðliga sunnumorgunin. Løgreglan fekk fráboðanina í gjár

2026-06-02 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um ein harðskapstilburð, sum var tíðliga sunnumorgunin í Klaksvík, har norðoyastevna var um vikuskiftið.

Talan skal vera um tveir mans, sum vóru í hornatøkum uttan fyri eitt av skeinkistøðini í býnum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. Talan er ikki um grovan harðskap, verður sagt.

Løgreglan veit hvør maðurin er, ið skal hava framt harðskapin, og løgreglan fer nú at kanna málið nærri, verður upplýst.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder