Nýggja avtalan millum Danmark, Grønland og USA fer at styrkja felags trygdina, sigur Mark Rutte, aðalskrivari í verjusamgonguni Nato.
– Hendan avtalan styrkir - saman við vaksandi leiklutinum hjá Nato í mun til at tryggja hetta týdningarmikla øki - okkara felags trygd og stuðlar undir einari tryggari og meira støðufesta framtíð fyri okkum øll, skrivar Rutte á X.
– Vit kenna tær hóttanirnar, vit standa yvirfyri, og størri trygd í Arktis og Norðuratlantshavi er alneyðug fyri bæði Evropa og Norðuramerika.
ES-forsetin, António Costa fegnast eisini um avtaluna.
– Tað er eitt jaligt stig fyri samstarv tvørturum atlantshavið og trygdina í Arktis, sum byggir á virðing fyri sjálvavgerðarrætti og rættin hjá grønlendska fólkinum at taka egnar avgerðir, skrivar hann á X.
Tað var seinnapartin í gjár, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen og amerikanski forsetin, Donald Trump skrivaðu undir avtaluna á hátíðarhaldi í New York í sambandi við ST-aðalfundin, sum er í hesum døgum.
Les eisini: Latið er upp fyri størri trygd - men eisini møguleikanum fyri størri grønlendskum sjálvsræði
Les eisini: Her kann søguliga avtalan millum Danmark, Grønland og USA lesast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald