Innanlands

- Okkara atfinningar fullu fyri deyvum oyrum

Tað sigur Jógvan Skorheim um samgongusamráðingarnar, nú fiskivinnunýskipanin enn einaferð hevur elvt til kjak

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-07-27 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Sjálvstýrið gjørdi longu greitt í samgongusamráðingunum, at fiskvinnunýskipanin, sum samgongan hevði ætlanir um, fór at fáa stórar avleiðingar fyri alt tað føroyska samfelagið, sum er so tætt knýtt at fiskivinnuni.

Tað skrivar Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, í lesarabrævi í dag. Fiskivinnunýskipanin hevur veruliga elvt til kjak aftur seinastu dagarnar síðani JFK boðaði frá, at Sjúrðarberg varð seldur til Russlands fyri 41 milliónir krónur.

- Longu tá skiltu vit, at okkara atfinningar og varskó fullu fyri deyvum oyrum, og nú er kavabólturin farin á rull. Reiðaríini tillaga sítt virksemi, skipini standa á sølulistum og fiskimenn eru uppsagdir.

- Løgmaður og fiskimálaráðharrin eiga ikki at skúgva sær undan við burturforkláringum.  Fiskimálaráharrin, saman við umboðunum í Tjóðveldi, royndi av øllum alvi at sannføra Løgtingið um, at fiskivinnuuppskotið onga avleiðing fór at fáa fyri verandi aktørar. Eingin skuldi missa arbeiðið, einki virksemi skuldi niðurlagast, alt skuldi bert gerast betri og ríkari.

- Men nú er kavabólturin farin á rull, sigur Jógvan Skorheim.

Les alt lesarabrævið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder