USA fer í dag undir nýggjar samráðingar við Iran, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at hann um vikuskiftið boðaði frá, at USA og Ísrael høvdu droppað ætlanir um umfatandi álop á Iran.
Farið verður undir samráðingar seinnapartin, sigur Trump sambært Ritzau.
– Tað, vit gera nú, er, at vit tosa við tey sum partur av samráðingum. Tað byrjar seinnapartin í morgin (mánadagin).
Sambært amerikanska forsetanum var tað eftir áheitan frá bæði Iran og øðrum londum í Miðeystri, at USA og Ísrael droppaðu álopið á Iran.
Kríggið millum USA, Ísrael og Iran byrjaði 28. februar, og hóast samráðingar hava verið, er eingin endalig avtala komin uppá pláss enn.
Les eisini: Droppa ætlað álop á Iran
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald