Innanlands

– Ósaklig samanbering av elprísum

Tað er ósakligt av Vinnuhúsinum at samanbera elprísir í Føroyum við elprísir á evropiska meginlandinum, uttan at upplýsa og taka hædd fyri fyritreytunum fyri samanberingini, sigur SEV

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-01-27 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í skrivi frá Vinnuhúsinum, sum varð almannakunngjørt fyri fáum vikum síðani, varð víst á, at føroysku elprísirnir fyri ídnaðarkundar í Føroyum eru teir hægstu í Evropa.

– Høgi føroyski elprísurin kann vera avgerandi fyri, hvørja framleiðslu tað loysir seg at fara undir í Føroyum. Um talan er um orkukrevjandi framleiðslu, og ein føroysk fyritøka skal rinda 3-4 ferðir so høgan elprís sum í øðrum landi, er tað lítið sannlíkt, at føroyska framleiðslan er kappingarfør. Harumframt ger hækkandi elprísurin tað minni lokkandi hjá ídnaðarfyritøkum at leggja um til elriknar nýtsluskipanir, sum er ein fortreyt fyri grønu umleggingini, stendur m.a. í skrivinum, sum kann lesast her.

Eisini var víst á, at samstundis sum elprísirnir hava verið hækkandi, hevur yvirskotið hjá SEV seinastu árini verið uml. 76 mió. krónur í miðal um árið, í mun til eina árliga sølu á góðar 400 mió. krónur.

Tað er ósakligt av Vinnuhúsinum at samanbera elprísir í Føroyum við elprísir á evropiska meginlandinum, uttan at upplýsa og taka hædd fyri fyritreytunum fyri samanberingini, heldur SEV, sum ásannar, at prísurin fyri ídnaðarkundar er hægri í Føroyum enn í fleiri evropeiskum londum.

– Høvuðsorsøkirnar til hetta eru tvinnar. Fyrst og fremst, at Føroyar eru avbyrgdar og hava ikki møguleika at keypa elorku úr øðrum londum, tá á stendur. Londini, sum Vinnuhúsið samanber Føroyar við, eru knýtt í eina stóra eind við kaðalsambandi landanna millum, og kunnu keypa og selja elorku frá hvør øðrum, tá tørvur er á tí. Henda møguleika hava vit ikki í Føroyum. Vit skulu hava okkara egna back-up ella tiltaksverk, fyri at kunnu veita streym allan sólarringin, uttan mun til veður og vind, og uttan mun til eftirspurningin eftir elorku.

– Í seinna lagi verður stórur partur av elorkuni í Evropa framleiddur úr koli og kjarnorku, sum eru væl bíligari enn olja. Elprísurin í Føroyum er settur eftir kostnaðinum fyri at reka elskipanina og fyri at gera neyðugar útbyggingar.

– Yvirskotið, sum Vinnuhúsið speiskliga sipar til, verður verandi í skipanini og verður brúkt til eginfígging av útbyggingum – bæði fyri at nøkta vaksandi tørvin á elorku, serliga hjá ídnaðarkundnum, og fyri at byggja eitt meira burðardygt samfelag. Seinnu árini hevur SEV í miðal gjørt íløgur fyri yvir 300 mió. kr. um árið í framleiðslu og net. Hesar íløgur eru samstundis viðvirkandi til ein framtíðar bíligari elprís fyri øll, tá alsamt størri partur av elframleiðsluni verður burðardyggari og bíligari, sigur SEV í tíðindaskrivi.

SEV vísur eisini á, at samanberingin hjá Vinnuhúsinum ikki umfatar góðskuna á elveitingini í ymsu londunum, og heldur ikki, hvussu nógvar stórar útbyggingar hesi lond hava gjørt.

– Góðskan á føroysku elveitingini er høg, og kemst tað serliga av tí miðvísa arbeiði, sum hevur verið gjørt seinastu árini, við at dagføra og útbyggja føroyska elnetið. Danir hava eina sokallaða ’uppitíð’ á 99,99 prosent, sum er tann hægsta í Evropa, og í Føroyum liggja vit á 99,96 prosentum.

– Harumframt eru vit í Føroyum væl framman fyri flestu londini í Evropa, tá ræður um útbyggingarnar, sum skulu til fyri at nøkta framtíðar krøv. Her hava lond sum eitt nú Luxemburg, sum hevur bíligasta elprís í Evropa, trupulleikar við at fylgja við, tí fígging er ikki til útbyggingar orsakað av lága prísinum. Tvey onnur oyggjasamfeløg eru við í samanberingini. Hesi eru Malta og Kypros, men bert Kypros er avbyrgt eins og Føroyar. Malta er knýtt í kaðalnetverkið í Evropa. Tølini vísa, at kostnaðurin fyri el á Kypros táttar í kostnaðin í Føroyum. Les alt tíðindaskrivið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder