Vælumtókta føroyska brettspælið, Barónurin, kom út fyrstu ferð í 2012. Spælið varð útselt eftir bert tveimum árum og hava nógv eftirspurt spælið hesi árini.
Tí valdu brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard at taka stig til eina nýggja útgávu. Vinnan var fús at hjálpa og fáa føroyingar tí aftur í ár eitt føroyskt brettspæl á hyllarnar.
Vinnan er við til at fíggja spælið við lýsingum. Nakrar fyritøkur eru skiftar út síðan 2012, umframt at ein ávís útskifting eisini hevur verið í formonnunum í teimum politisku flokkunum, sum sjálvandi aftur eru á pengaseðlunum. Eisini hevur tunnilsfelagið fingið eitt stórt pláss í spælinum.
Sum nakað heilt nýtt, er eisini ein ensk vegleiðing til spælið, umframt at øll "royn eydnuna" kortini bæði eru á føroyskum og enskum.
Spælið fæst til keyps á baronurin.fo, Rit og Rák, Jysk, Gl. Bókhandli, Bókabúðini í Saltangará og Bókabúðini í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald