Innanlands

- Ov nógv bróta sáttmálan

Løgmaður, yvirlæknin og fútin høvdu í ein mun at atburinum hjá summum seinastu dagarnar. Ov nógv til handils í senn, og privatar veitslur vórðu m.a nevnd sum dømi

Bjarni á Steig avdúkaði nøkur nýggj viðuskifti um smittuna: Kaldar føtur og mistur lukti- og smakkisansur (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni á Steig avdúkaði nøkur nýggj viðuskifti um smittuna: Kaldar føtur og mistur lukti- og smakkisansur (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-16 16:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgmaður segði í sínari framløgu, at føroyska koronaætlanin framvegis byggir á álit millum borgarar og myndugleikar. Hetta segði hann hevur gingið væl í stóran mun, tó at tað gongur ov skjótt við at lata ov nógv upp aftur, og at í summum førum savnast ov nógv fólk. 

Bárður á Steig Nielsen minti á, at heimild framvegis ikki er til annað enn at gera tilmæli - forboð og greið boð, um hvat hvør einstakur/fyritøka skal ella ikki skal gera, kunnu ikki gevast.

Les eisini: Bárður á Steig Nielsen: Tilmælini standa við til 4. mai

Serlæknin Bjarni á Steig og fútin Micheal Boolsen høvdu eisini at føroyingum, ið ikki halda tilmælunum. Báðir, ið eru høvuðsserfrøðin hjá landsmyndugleikunum í løtuni, vístu á, at tann "sáttmálin" ið varð gjørdur fyri stórum mánaði síðani, millum myndugleikarnar og borgararnar í Føroyum verður brotin av ov nógvum: 

- Vit síggja ov nógv fólk keypa inn samstundis, og ov nógv ið savnast til ymiskt, og tað er ikki hugaligt

[object Object]
Micheal Boolsen, fúti (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta varð millum annað sagt, og Micheal Boolsen vísti á, at løgreglan um páskirnar hevði upplivað, at ov nógv ung savnast til privatar veistlur. Hesi hevur løgreglan tosað við, men heitir eisini á foreldrini um at tosa við børn síni og á øll at ansa eftir hvørjum øðrum, tí talan er um ein stóran og sterkan fígginda, ið vit øll eru uppi ímóti. Fútin minti á, at heimild er ikki til meira enn at minna á. 

Missa lukti- og smakkisans - lágt myrkatal

Bjarni á Steig fegnaðist um, at sjúkrahúsini ikki eru vorðin ovbyrjaði, og tað var tí, at tað hevur eydnast at innibyrgt smittuni. Hetta er tað mest effektiva ímóti slíkari sjúku segði hann, men eins og fútin ásannaði hann, at tað ikki ber til at hava øll inni og alt stongt. Tað bar eisini til at fegnast um, at tað sæst lítið og einki til vanlig influensu í løruni. 

Yvirlæknin avdúkaði annars, at tær fyrstu ábendingarnar um myrkatølini vóru, at tey eru lág. Í løtuni er ein bólkur við serfrøðingum í gongd við at kanna myrkatalið í Føroyum - tey sum hava havt/hava koronasmittuna, uttan at verða skrásett. 

Eisini kundi Bjarni á Steig avdúkað, at summi ið hava verið smittaði við korona hava mist smakki- og luktisansin. Hesi hava smittað illa víðari, men hava ikki havt nøkur álvarslig sjúkueyðkenni annars. Nøkur, ið hava fingið staðfest koronavirus hava havt kaldar føtur, sum einasta sjúkueyðkenni. Hetta er nýggj vitan um smittuna, segði hann.

Bjarni á Steig staðfesti, at hóast nógvar dagar við ongum nýggjum smittutilburði, so ov stutt fráliðið til at siga, at smittan ikki er í samfelagnum, og til at fólk kunnu slappa ov nógv av í mun til støðuna. Hann minti eisini fólk á, at um tey hava tørv til at fara til kommunulækna ella annan lækna, so skulu tey ikki halda seg aftur orsaka av støðuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder