Í morgun frættust tíðindini, at løgreglan hevði fingið nógvar fráboðanir um ung fólk, sum hildu veitslur hóast myndugleikarnir hava mælt fólk frá at savnast í ov stórum bólkum.
Les eisini: Løgreglan fingið fleiri fráboðanir um veitslur í nátt
Av politistøðini varð sagt, at løgreglan ikki kundi gera so nógv annað enn at vera til staðar og tosa við tey ungu um støðuna, tí tey høvdu onga heimild at fara inn til fólk og forða teimum í at halda veitslu.
At fólk ikki gera eftir boðunum frá myndugleikunum er púra ábyrgdarleyst, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í viðmerking til Portalin.
– Eitt eru tey ungu, men at foreldrini loyva slíkum heima hjá sær sjálvum er púra ábyrgdarleyst, sigur landsstýrismaðurin, sum heitir á fólk um at gera eftir tilmælinum hjá myndugleikunum.
Men hóast summi tykast at hava trupult við at fylgja tilmælinum, heldur Kaj Leo Holm Johannesen ikki, at myndugleikarnir eiga at seta strangari tiltøk í verk, og heitir hann tí á fólk um at vísa ábyrgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald