Uttanlands

– Putin framvegis áhugaður í kornavtalu

Turkiski forsetin vónar, at framstig verða gjørd, tá uttanríkismálaráðharrar úr Russlandi og Turkalandi hittast seinni í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-07-17 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast russiska stjórnin í dag hevur boðað frá, at hon ikki fer at leingja kornavtaluna við Ukraina, sum fer úr gildi í dag, er turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan sannførdur um, at russiski starvsbróðir hansara, Vladimir Putin, framvegis er áhugaður í avtaluni, sum tryggjar útflutning av korni umvegis Svartahavið.

Les eisini: Russland tekur seg úr kornavtaluni

Kornavtalan varð gjørd í juli í fjør við hjálp frá ST og Turkalandi, og síðan tá er hon longd tríggjar ferðir, men í dag verður hon eftir øllum at døma ikki longd.

Grundgevingin hjá Russlandi er m.a., at avtalan ikki tekur atlit til tørvin hjá Russlandi. Men Russland er til reiðar at umhugsa at leingja avtaluna, um tey síggja "ítøkilig úrslit", sigur russiska uttanríkismálaráðið sambært Reuters.

Erdogan sigur seg vóna, at framstig verða gjørd, tá uttanríkismálaráðharrar úr Turkalandi og Russlandi hittast seinni í dag.

– Eg haldi, at Putin forseti ynskir at hendan humanitera brúgvin skal halda fram, sigur hann.

Erdogan skal eisini tosa við Putin mikudagin, og tá fara teir m.a. at tosa um, hvussu latast kann upp fyri flutningi av russiskum tøði og korni. Umframt hetta váttar hann, at tað framvegis er ætlanin, at Putin skal vitja Turkaland í august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder