Uttanlands

Putin játtað at leingja kornavtaluna

Avtalan, sum stóð til at fara út gildi 17. juli, tryggjar, at Russland og Ukraina kunnu útflyta korn umvegis Svartahavið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-14 17:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur játtað at leingja kornavtaluna, sum tryggjar, at Russland og Ukraina kunnu útflyta korn og aðrar matvørur umvegis Svartahavið.

Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan sambært Reuters.

Kornavtalan stóð til at fara úr gildi mánadagin 17. juli, og seinastu dagarnar hevur Putin hótt við ikki at leingja hana.

Avtalan, sum varð fingin í lag í juli í fjør við hjálp frá ST og Turkalandi, tryggjar, at Russland og Ukraina, sum eru millum heimsins størstu kornútflytarar, kunnu útflyta matvørur og forða fyri einari altjóða matvørukreppu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder