Innanlands

Jólatræið í Klaksvík tendrað leygardagin

Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 28. november kl. 16. Á skránni verða røður, jólatónleikur, og eisini kemur jólamaðurin at tendra træið.

(Savnsmynd: Klaksvíkar kommuna)

(Savnsmynd: Klaksvíkar kommuna)

2026-11-24 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 28. november klokkan 16 verður jólatræið í Vágstúni í Klaksvík tendrað.

Gimmi Olsen, prestur og Karl H. Johansen, borgarstjóri halda røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir jólatónleik.

Eisini kemur jólamaðurin at tendra træið saman við Trøllapætur og ommudidd. Pakkar verða til børnini og aftaná verður ein kaffimunnur í Varpinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Yvirlit yvir ymisku jólahaldini í Klaksvíkar kommunu sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder