Russland er ikki í ferð við at fyrireika nakað stríð við Evropa, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
– Nógv í Evropa tosa um, at teu vænta eitt álop frá Russlandi og tí halda, at tey sjálvi skulu fyrireika seg til kríggj við Russland. Eg vil undirstrika enn einaferð: vit fyrireika okkum ikki til nakað slag av stríði við Evropa, sigur hann sambært tíðindastovuni AFP.
Hósdagin ávaraði danska fregnartænastan FE um vandan fyri, at Russland fer at økja um síni hybrid-álop.
Les eisini: FE: Russland fer at økja um síni hybridu álop
Týskland hevur eisini lagt Russland undir at hava framt eitt álop á Leipzig í august, og Pólland hevur eisini ávarað um dronur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald