Fregnartænastan hjá donsku verjuni, FE, metir, at Russland hesar komandi mánaðirnar fer at økja um sítt hybrid-kríggj við “fleiri álopum” á vestanlond og Nato. “Við størri avleiðingum fyri tey raktu londini enn fyrr”.
Hetta kemur fram í nýggju metingini frá FE um hóttanina úr Russlandi, sum varð kunngjørd á tíðindafundi á Kastellinum í Keypmannahavn fyrrapartin.
- Hetta kann til dømis vera oyðileggjandi telduálop við álvarsligum avleiðingum fyri samfelagstænastur og við vanda fyri at fólk kunnu koma til skaða, metir fregnartænastan hjá verjuni.
Á tíðindafundinum segði Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, at “støðan er álvarslig, og verður tikin í størsta álvara”.
- Tað er tí, at vit standa her í dag. Vit leggja fram metingina, tí tað er týdning við opinleika, segði Jeppe Bruus, sambært Ritzau.
Í FE-metingini stendur eisini, at tað er ein “lítil, men vaksandi vandi fyri, at Russland fer at fremja avmarkað hernaðarlig álop móti einum ella fleiri Nato-londum, sum hava mark til Russland”.
- Tað er ikki sannlíkt, at Russland fer at gera eina veruliga innrás, men vit kunnu ikki vísa hesum aftur, sigur Thomas Ahrenkiel, FE-ovasti.
At hetta ikki kann vísast er nýtt, vísir FE-ovastin á.
Nýggja metingin av hóttanini frá Russlandi er ikki viðkomandi fyri Grønland og Føroyar, vatð sagt á tíðindafundinum í dag.
Tað er bert ein góð vika síðan, at ein russisk fregat, skjeyt tvær neyðrakettir móti eini danskari tyrlu í altjóða sjógvi út fyri Gedser. FE metir, at talan var um ‘óprofessionellan atburð” frá russiskum herfólkum umborð á fregattini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald