Innanlands

- Sinnaður at broyta kunngerðina um gjald fyri barnsburð

Landsstýrismaðurin hevur heitt á Landssjúkrahúsið um at viðgera málið av nýggjum

Kaj Leo Holm Johannessen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo Holm Johannessen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-25 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heilsumálum er sinnaður at broyta kunngerðina soleiðis, at tað eisini ber til hjá føroyingum búsitandi uttanlands at koma til Føroyar at føða, eisini sjálvt um bert annað av foreldrunum er lesandi.

Soleiðis skrivar landsstýrismaðurin í einum svari til spurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni.

Upprunin til spurningin er málið um Rósu Heinesen og Niels Strøm Rødgaard, sum komu til Føroya í sambandi við álvarsliga sjúku í familjuni beint áðrenn Rósa skuldi eiga. Tey fingu eina roknina á 26.000 krónur fyri tænastuna.

Les: Føroyskt par fær stóra rokning fyri barnsburð í Føroyum 

Í drúgva svari sínum, har landsstýrismaðurin verjir skipanina við at ’útlendingar’ skulu rinda fyri tænastur í heilsuverkinum her heima, viðgongur Kaj Leo Holm Johannessen eisini, at aktuella málið ikki er heilt rættvíst.

Tí ætlar hann at skipa fyri, at undantakið, sum loyvir lesandi føroyingum at eiga ókeypis heima í Føroyum, eisini skal galda, um bert annað av foreldrunum er skrásett sum lesandi.

Svarið kann lesast her 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder