Innanlands

Føroyskt par fær stóra rokning fyri barnsburð í Føroyum

Orsøkin til at Rósa Heinesen átti á Landsjúkrahúsinum leygardagin er, at mamman hjá unnustanum, Niels Strøm Rødgaard, liggur til tað seinasta. Parið, ið er búsitandi í Keypmannahavn, skal nú gjalda í minsta lagi 26.000 krónur

Niels Strøm Rødgaard saman við deyðsjúku mammu sínari og nýfødda soninum

Niels Strøm Rødgaard saman við deyðsjúku mammu sínari og nýfødda soninum

2019-10-16 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin átti Rósa Heinesen av Toftum ein vælskaptan son á Landssjúkrahúsinum. Tað var fyrsta barnið hjá henni og Niels Strøm Rødgaard. Parið býr á Oyrasundkolleginum á Amager, tí Niels lesur søgu- og samfelagsfrøði á Roskilde Universitet.

At Niels Strøm Rødgaard er lesandi í Danmark er tó ikki nóg mikið til, at føroyska parið ikki skal gjalda minst 26.000 krónur fyri føðingina í Føroyum. Hetta váttar Thomas Schiøler, læknastjóri, fyri Kringvarpinum. Landið rindar bert viðgerðir fyri tey, sum búgva í Føroyum, sigur hann.

Til ber at hoyra Thomas Schiøler greiða frá reglunum í innslagið hjá Kringvarpinum her

At føðingin fór fram í Føroyum kemst av, at mamma Niels tvær vikur áðrenn Rósa var sett til at eiga ringdi niður, tí hon ivaðist í, hvussu leingi hon hevði eftir at liva. Hon hevur krabbamein, og Rósa Heinesen og Niels Rødgaard valdu beinanvegin at bíleggja flogferðaseðlar, skaffa læknaváttan og pakka kuffertini. Harvið fekk mamman møguleikan at vera saman við soninum og at síggja sítt fyrsta ommubarn. 

[object Object]

Til ber at lesa og hoyra Niels Strøm Rødgaard greiða frá støðuni her

Tað var ikki í hugaheiminum hjá føroyska parinum ella familju teirra, at avgerðin at koma heim fór at kosta teimum so nógv. Støðan hevur skapt undran og øsing millum mong, síðani hon gjørdist almenn í gjár, og Niels Rødgaard skrivaði fyri løtu síðani, at tey vóru glað og rørd fyri mongu boðini tey hava fingið síðani í gjárkvøldið. Fleiri hava sagt, at tey vilja stuðla fíggjarliga. Niels sigur, at hetta gleðast tey eisini um, men at tey ikki ynskja eina innsavnan av pengum í skrivandi løtu. Orsøkin er:  "Tí at okur framvegis vóna og vænta at tað fornuftiga og menniskjasliga kemur at ráða í síðsta enda"

Kelda: kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder