Uttanlands

– Sjálvræðisrætturin hjá Ukraina skal virðast

Tað framgongur m.a. í felags fráboðan frá londunum, sum um vikuskiftið savnaðust á ráðstevnu í Sveis

Viola Amherd, forseti í Sveis og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina (Mynd: Ritzau)

Viola Amherd, forseti í Sveis og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina (Mynd: Ritzau)

2024-06-16 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina skal ikki boyggja seg fyri kravinum hjá Russlandi um hersettar landslutir fyri at gera eina friðaravtalu. Tað framgongur m.a. í felags fráboðan, sum fleiri lond hava undirskrivað í dag, eftir at hava luttikið á friðarráðstevnu í Sveis.

Yvir 90 lond luttóku á ráðstevnuni, sum hevði til endamáls at virka fyri friði í Ukraina, og flestu teirra tóku undir við fráboðanini.

Londini skriva m.a, sambært Ritzau, at sjálvræðisrætturin hjá Ukraina skal virðast.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur sagt, at Russland er til reiðar at samráðast, um Ukraina tekur herfólk síni úr Zaporizjzja, Kherson, Donetsk og Luhansk, sum Russland hevur hersett.

Sambært Russlandi hava hesir landslutir verið partur av russiska samveldinum, síðan fólkaatkvøðuna í september 2022. Ukraina og Vesturheimurin hava tó ikki viðurkent fólkaatkvøðuna.

Les eisini: Putin til reiðar at samráðast - men hann hevur nøkur krøv

Russland varð ikki boðið við á ráðstevnuna, men kortini skriva londini, at neyðugt er við samskifti millum allar partar fyri at fáa eina endaliga friðaravtalu.

Eisini verður sagt, at krígsfangar skulu leyslatast, og ukrainsk børn, sum uttan loyvi frá foreldrum og verjum eru send til Russlands undir krígnum, skulu sleppa heimaftur.

Les eisini: Vilja hava túsundatals ukrainsk børn heim úr Russlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder