Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur seg vera til reiðar at fara undir friðarsamráðingar við ukrainar, men hann hevur nøkur krøv.
Krøvini, sum Putin legði fram í gjár, er, at Ukraina tekur herfólk síni úr landslutunum Zaporizjzja, Kherson, Donetsk og Luhansk, og at Ukraina sleppur ætlanum um at royna at gerast limur í Nato.
Sambært Putin kann stríðið steðga, og samráðingar kunnu byrja, um Ukraina góðtekur hesi krøv.
– Um Ukraina og Vesturheimurin vraka okkara seinasta friðaruppskot, verður framtíðarstøðan á vígvøllinum ikki til fyrimuns fyri Kyiv, og treytirnar í einum nýggjum friðaruppskoti verða øðrvísi, sigur Putin sambært Ritzau.
Hetta vikuskiftið verður ein altjóða friðarráðstevna í Sveis. Umleið 90 lond og felagsskapir hava boðað frá luttøku, men Russland er ikki boðið við. Brasil og Kina hava boðað frá, at tey ikki ynskja at luttaka, um ikki bæði Russland og Ukraina eru umboðað.
Russland hevur umrøtt ráðstevnuna sum eitt vesturlendskt propagandatiltak, men kortini heldur stjórnin í Sveis, at ráðstevnan kann slóða fyri møguligum samráðingum við Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald