Uttanlands

– Skal ikki sleppa at sita til í heyst

Fyrrverandi ráðharrar siga við The Guardian, at teir hava ikki álit á Boris Johnson, og eigur hann at fara úr forsætisráðharrasessinum í dag, so ein annar kann taka yvir sum virkandi forsætisráðharri

Boris Johnson fer at leggja frá sær sum formaður í konservativa flokkinum í dag men ætlar at vera sitandi sum forsætisráðharri til í heyst (Mynd: EPA)

Boris Johnson fer at leggja frá sær sum formaður í konservativa flokkinum í dag men ætlar at vera sitandi sum forsætisráðharri til í heyst (Mynd: EPA)

2022-07-07 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun boðaðu bretskir miðlar frá, at Boris Johnson hevur játtað at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum.

Boðað varð eisini frá, at hóast Johnson fer at leggja frá sær sum formaður í dag, ætlar hann at vera verandi, til ein nýggjur formaður er valdur fyri konservativa flokkin í heyst.

Fráboðanin kemur, eftir at 59 ráðharrar nú hava lagt frá sær seinastu dagarnar, og tveir fyrrverandi ráðharrar siga við The Guardian, at teir ikki halda tað vera møguligt hjá honum at vera sitandi sum forsætisráðharri til í heyst.

Báðir siga, at hann eigur at fara frá í dag, so ein annar kann taka yvir sum virkandi forsætisráðharri, og ein teirra nevnir Dominic Raab, ið er løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri.

Ein onnur kelda úr konservativa flokkinum, sum hevur verið saman við Johnson seinastu 48 tímarnar, sigur, at við atburði hansara seinastu dagarnar, hevði tað verið vandamikið, um hann slapp at verða verandi í sessinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder