Innanlands

- Skynsemi ræður ikki í løtuni

Fútin var greiður á dagsins tíðundafundi: Hann er ikki nøgdur við atburðin hjá føroyingum seinastu tíðina og hevur nú tikið avgerð um at avlýsa øll jólaborðhald hjá løgregluni. Møguleikin hjá koppsettum fyri at verða sjúk av korona er fimm ferðir minni enn hjá ókoppsettum, sigur landslæknin - hóast koppsett eisini smitta víðari og gerast sjúk

Michael Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-04 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan er við at verða álvarsom, segði løgmaður. Støðan er ógvuliga álvarsom, segði fútin, sum í miðlunum seinastu dagarnar hevur verið greiður og millum annað staðfest, at eitt ynski hjá farsóttarnevndini, sum landstýrið aftur hevur avvíst, er at koronupassið veruliga kemur í gildi í føroyska samfelagnum.

Les eisini: - Støðan er við at verða álvarsom 

Hetta kann vera skynsamt, nú smittutølini eru høg, men tað vísir seg eisini, at koppsett, ið ikki skulu í sóttarhald, um tey hava verið saman við smittaðum, smitta víðari - tað eru fleiri kanningar sum vísa, og læknaserfrøði sum vísur á, at virknaðurin av koppsetingini er ógvuliga nógv niðursettur ella heilt burtur eftir áleið eitt hálvt ár - tað er eisini tí, at triðja prik er sett í verk - og koppsettir føroyingar eru eisini vornir sjúkir av koronu; ikki bert smittaðir.

Tó vísti landslæknin í dag á, at sambært føroysku tølunum, sum Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur hugt nærri at seinastu dagarnar, so hava koppsett fólk fimm ferðir minni kjans fyri at gerast sjúk enn ókoppsett (Les: sjúk - ikki smittað, red). Sjúkueyðkennini eru færri, og man verður ikki líka illa fyri, segði Lars Fodgaard Møller, ið eins og løgmaður og fútin mælti føroyingum til at lata seg koppseta og til at taka ábyrgd.

[object Object]Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta seinna hava nógv ikki gjørt seinastu tíðina, vildi Micheal Boolsen vera við:

- Her valdar ikki skynsemi í løtuni. Vit noyðast at fáa tað uppá rætt kjøl aftur og taka støðuna í álvara - ikki bara nú tá tølini eru óvanliga høg, men vit noyðast eisini at hava "lantíðarskynsemi".

Her kom fútin millum annað á jólaborðahald og onnur stór tiltøk, ið eru fyri framman. Hann nevndi, at hann sjálvur hevur  tikið avgerð um at avlýsa øll jólaborðhald hjá løgregluni, hóast tey ikki eru á skránni heilt enn. Hetta fyri at vísa skynsemi yvir longri tíð, tí smittan verður ikki heilt burtur úr føroyska samfelagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder