Innanlands

- Sosialurin vil reingja veruleikan og skúma eitt mál upp

Tað sigur Annika Olsen, sum fýlist á, at Sosialurin leggur hana undir at vilja innføra ognarskatt

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

2018-06-21 10:52 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í oddagreinini í Sosialinum í dag stendur at lesa, at Fólkaflokkurin kemur nú við einum uppskoti um at innføra ognarskatt. 

Hetta er ikki rætt, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, sum er troytt av, at fjølmiðlafólk ikki seta seg nóg væl inn í mál, áðrenn tey skriva um tað. Tað skrivar borgarstjórin á Facebook.

- Tá ein miðil vil reingja veruleikan og skúma eitt mál upp, men onki hevur at hava tað í. Gott dømi um hetta er í dagsins oddagrein í Sosialinum. 

Annika sigur, at tað er munur á einari fakligari og umsitingarligari lýsing av einum máli og endaligum tilmæli og einari politiskari niðurstøðu.

- At ognarskattur verður nevnt í einari málslýsing frá umsitingini í einum máli merkir IKKI at meirilutin og eg sum borgarstjóri taki undir við ognarskatti. 

- Vælsignaðu fjølmiðlafólk, skiljið umsitingarliga partin frá tí politiska, tit vita betur. Tað er als ikki undirtøka fyri ognarskatti politiskt, og so slett ikki við mær sum borgarstjóra, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder