Innanlands

Lótu grind fara í Norðoyggjum

- Vit drepa onga grind so leingi vit eru skuldsettir eftir djóravernarlógini um pínslu av hvali, sigur grindaformaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-21 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein grind uppá einar 100 hvalir var seinnapartin sædd av Viðareiði, men fyribils verður eingin grind dripin í Norðoyggjum. Hetta eru grindaformenninir samdir um.

Hetta visti útvarpið at siga í kvøld.

- So leingi vit grindaformenn eru skuldsettir fyri at hava brotið lógina um djóravælferð, verður eingin hvalur dripin í Norðoyggjum, sigur Tóri Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, við Kringvarpið.

Sea Shepherd Global meldaði grindaformenn eftir grindina í Hvannasundi 1. juni 2024, tá drápið var útsett vegna kappróður á Norðoyastevnu. Hóast hetta eru skjótt tvey ár síðan, er málið framvegis ikki avgreitt.

Tóri Simonsen sigur, at tað er full semja millum grindamenninar í økinum og eisini millum Hvannasunds kommunu og Klaksvíkar kommunu.

Hinvegin er tað sýslumaðurin sum stendur við avgerðini um grind skal haldast til. Tað verður bara ikki við hjálp frá skuldsettu grindaformonnunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder