Nú landsins kommunur hvør í sínum lag taka avgerð um at rinda foreldrum ansingargjaldið aftur, nú børnini verða hildin heima, talar borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, at.
Hon harmast um, at landsmyndugleikarnir ikki hevur tikið støðu til spurningin, so at kommunar kundu komið viðeini felags niðurstøðu.
Í brævi í dag greiðir borgarstjórin í Vága kommunu frá, at hon í farnu viku sendi út eina áheitan til hinar limirnar í Kommunufelagnum til tess at fáa eina felags niðurstøðu í spurninginum.
Men einki spurdist burtur úr hesum, og nú boða kommunurnar, ein fyri og onnur eftir, at tær fara at rinda foreldrunum ansingarpengarnar aftur.
- Eg haldi tað vera órimiligt, at tey foreldur, sum noyðast til arbeiðis fyri at halda samfelagnum koyrandi, skulu rinda ansingargjald, meðan foreldur, sum eru heima við fullari løn ella lønarendurgjaldið, sleppa undan, skrivar Eyðdis Hartmann Niclasen og leggur afturat.
- Vit skulu minnast til, at rakstrarútreiðslurnar á dagstovnaøkinum eru at kalla tær somu, sum undan koronatiltøkunum. Tí verður rokningin fyri endurrindan og frítøku fyri ansingargjaldi send til skattaborgaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald