
Fyrr í vikuni heitti felagið Heimafriður á kommunur, havnamyndugleikar og reiðarí um at skipa virksemið við havnirnar soleiðis, at sum minst óljóð skuldi koma frá skipum og virksemi á og við havnirnar um páskirnar.
Felagið vísti til Halgidagslógina og Umhvørvisverndarlógina, men sambært Heimafriði eru komnar fleiri klagur um larm í stilluviku.
– Fólk eru útlúgvað av gangi frá skipum. Í Kollafirði vaknaðu fólk klokkan sjey skírismorgun, tí teir bankaðu rust umborð á einum skipi, skrivar felagið, sum eisini sigur seg hava fingið klagur um larm av Strondum, úr Runavík, Saltangará, Ánunum, og Signabø.
– Kommunurnar vísa seg ikki at makta uppgávuna at fáa skipað arbeiðið við havnirnar soleiðis, at tað er livandi hjá fólki í grannaløgunum. Ikki so frægt, at tey virða halgidagsfriðin heldur, tí sjáldan eru komnar so nógvar klagur til Heimafrið sum júst hesar seinastu dagarnar, skrivar Heimafriður, sum kallar tað ábyrgdarloysi av fúlasta slag.
– Aftur hesa høgtíðina hava fólk í Føroyum noyðst at rýmt úr egnum heimi fyri at fáa hvíld. Tað er so syndarligt at vera vitni til hesi neyðarrópini, sum koma til Heimafrið. Vit síggja, at hetta eru fólk í dýrastu neyð, tí tey fáa ikki sovið. Ei heldur fáa tey slappað av um dagin, tá tey eru heima við hús, men mugu koyra útvarp, sjónvarp ella tónleik hart frá, tí tey ikki halda áhaldandi dunið og ristingarnar frá skipunum út.
Sambært Heimafriði er larmurin, har klagað verður, máldur langt omanfyri tað, sum heilsumyndugleikarnir meta verða ráðiligt at útseta menniskju fyri, og verða fleiri fólk í grannaløgum hjá havnum útsett fyri óljóð av slíkum slagi, sum hevur álvarsligar heilsuvandar við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald