
Útbrotið av koronavirusinum er tann størsta kreppan, ið heimurin hevur staðið yvirfyri, síðani ST varð sett á stovn eftir 2. Heimsbardaga.
Hetta skrivar ST í nýggjari rapport um støðuna, har tað eisini stendur, at menniskjaliga kreppan krevur samarbeiði og ein stóran innsats - serliga frá londunum sum hava størst búskap.
Aðalskrivarin í ST, António Guterres, hevur sagt og skrivað, at samanhald og samhugi millum lond er lykilin.
- Nú skulu londini arbeiða saman fyri at berja virusið niður. Menningarlondini skulu verjast, so at tey ikki verða so hart rakt. Eg stúri serliga fyri Afrika.
Portugisisi aðalskrivarin sló fast, at "vit eru ikki sterkari, enn okkara veikasta heilsuverk".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald