Í sambandi við ferðsluvanlukkuna í Klaksvík fríggjadag seinnapart er løgreglan gjørd varug við, at myndir av vanlukkustaðnum eru í umferð á netinum, og kemur løgreglan nú við áheitan um at strika slíkar myndir.
Løgreglan skrivaði soleiðis á Facebook fyri løtu síðani:
Í sambandi við ferðsluvanlukkuna í Klaksvík seinnapartin í gjár er Føroya Politi gjørt varugt við, at myndir av sjálvum vanlukkustaðnum eru í umferð á netinum.
Vit vilja við hesum heita á øll um at strika hesar myndir. Vit heita eisini á foreldur um at tosa við børnini um at strika myndirnar.
Við atliti til tey avvarðandi eiga tílíkar myndir ongantíð at verða deildar.
Les eisini: Ferðsluvanlukka í Klaksvík kravt ungt mannalív
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald