Tíðindafundur er í løtuni í Kringvarpinum.
Jenis av Rana, mentamálaráðharri byrjaði við at heita á fólk um at leggja koronastøðuna í Harrans hendur.
Sìðani rósti hann starvsfólkunum á dagstovna- og læraraøkinum fyri eitt megnar arbeiði undir trupulm umstøðum. Síðani rósti hann skúlanæmingum fyri at vera tolnir - serliga teimum eldru og hann vissaði teir um, at støðan og avgerðirnar ikki fara ikki at ávirka framtíðarútlitini hjá teimum.
Jenis av Rana segði, at vit noyðast út fyri dyr aftur nú, men at vit byrja varisliga. Hann segði at tað sum varð kunngjørt í morgun, líkjist tí sum er gjørt í grannalondunum.
Landstýrismaðurin legði dent á sjálvsavgerðarættin hjá foreldrum – talan er um tilboð, ið eru galdandi frá 20. apríl:
- Skúlagongd uttan møtiskyldu 1-3 flokk
- Dagstovnaøkið letur upp
- Frítíðarskúlarnir lata eisini upp
- 4-10 flokkarnir halda fram við fjarundirvísing og skulu harvið ikki í skúla.
- Ongar endaligar próvtøkur (fráfaringarroyndir) – ársmetið verður galdandi, og veðrur meldað út í juni.
- Endaflokkarnir á miðnámsskúlanum skulu hava nakað av undirvísing – serliga starvstovuroyndir sum eru neyðugar útfrá námsætlanina
- Avgerð um endaligar próvtøkur verður viðgjørd nærri heilt skjótt (møguliga seinni í dag) og tillagaðingar verða gjørdar - hugt verður eftir Danmar, tí harfrá koma millum upgávur
- Fjarundirvísing fyri hini, tó at tey helst sleppa aftur í skúla í mai
- Yrkisútbúgvingar, fyriuttan frisørútbúgvingin - byrjað aftur
Tað sum stendur aftanfyri tankastrikuna er tað, sum Poul Geert Hansen, aðalstjóri legði afturat
Jenis av Rana gjørdi greitt, at alt skal framvegis gerast fyri at tálma smittuspjaðing – eingin broyting er á tí økinum, og somu tilmælii skulu haldast.
Nýggja korona-tilbúgvingini skal hjálpa til við at vegleiða skúlarnar, hvussu teir skulu lata upp aftur.
Innanlands
Svar um endaligu próvtøkurnar á Miðnámi kemur skjótt
Mentamálaráðharrin sigur, at støðan fer ikki at ávirka framtíðarútlitini hjá næmingum. Hann rósar teimum fyri sítt tol í støðuni
Sjálvsavgerðarætturinum hjá foreldrum er umráðandi, segði Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-08 14:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald