Innanlands

– Tá tað sær gott út skal mann ansa mest eftir

Landsstýrismaðurin í heilsumálum er væl nøgdur við gongdina seinastu dagarnar, og er tað umráðandi, at mann heldur fram at ansa sær og fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, sigur hann

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-05 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan 12. mars, hava vit havt eitt samdøgur uttan nýggjar smittutilburðir, og er tað eisini fleiri vikur síðani, at talið á sonevndum aktivum smittutilburðum hevur verið so lágt, sum tað er nú. Í løtuni eru 82 smittað.

Les eisini: Eingin smittutilburður seinasta samdøgrið

Á hagtølunum frá Heilsumálaráðnum sæst m.a. at:

  • Talið á aktivum tilburðum er lækkað støðugt síðan 1. apríl
  • Talið á frískum hevur verið hægri enn talið á smittaðum síðan 2. apríl
  • Færri enn fimm nýggir tilburðir um dagin hava verið staðfestir síðan 30. mars
  • Færri enn 200 um dagin eru vorðin kannað síðan 2. apríl

Eisini kann nevnast, at fáir føroyingar higatil hava verið innlagdir við koronasmittuni, og at eingin teirra hevur havt tørv á intensivari viðgerð.

Hetta er ein gongd, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fegnast um.

– Tað sær út til at ganga øgiliga væl í løtuni. Eg eri rættiliga nøgdur við gongdina higartil, og seinastu tølini geva eina optimismu – eina motivatión til at halda fast, sigur hann og sipar til strategiina hjá myndugleikunum, sum m.a. snýr seg um at gera nógvar kanningar.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað er tá tað sær gott út, at mann skal ansa allarmest eftir.

– Tað sær gott út, og tí er tað rættiliga umráðandi, at vit halda fast. Tað er nú mann skal halda ordiliga fast fyri at fáa uppaftur betri úrslit, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann heitir á føroyingar um framvegis at vera ansin og fylgja teimum tilmælinum, sum myndugleikarnir eru komnir við. Eisini vísir hann á, at tey góðu úrslitini, vit síggja í løtuni er prógv um, at strategiin hjá føroysku myndugleikunum riggar.

– Vit hava fatur í nøkrum røttum, og tí motiverar tað meg til at halda fram, sigur hann.

At fáar kanningar hava verð gjørdar seinastu dagarnar sær landsstýrismaðurin eisini sum eina jaliga gongd. Orsøkin kann vera tann, at færri fólk kenna seg sjúk ella koma í samband við fólk, sum eru staðfest smittað. Landsstýrismaðurin leggur afturat, at vit í Føroyum hava nóg mikið av kanningar- og verndarútgerð í løtuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder